(Translated by https://www.hiragana.jp/)
Hapax legomenon - Wikipedia Jump to content

Hapax legomenon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eitt hapax legomenon (fleirt. hapax legomena) er eitt orð, sum kemur fyri bert einaferð í einum høpi, antin í øllum niðurskrivaðum tilfari í einum tungumáli, í øllum verkunum hjá einum høvunda ella í einum stakum teksti. Hugtakið er onkuntíð av órættum brúkt til at lýsa eitt orð, sum bert kemur fyri í einum verki hjá einum rithøvunda, sjálvt um tað kemur fyri meira enn eina ferð í tí verkinum. Hapax legomenon kemur frá tí grikska πぱいαあるふぁξくしー λεγόμενον, ið merkir “(okkurt) nevnt (bert) einaferð”. [1]

Heitini dis legomenon, tris legomenon og tetrakis legomenon sipa ávikavist til tveir, tríggir ella fýra tilburðir, men eru sjáldan nýtt.

Keldulisti

[rætta | rætta wikitekst]
  1. πぱいαあるふぁξくしー. Liddell, Henry George; Scott, Robert; A Greek–English Lexicon hjá the Perseus Project