(Translated by https://www.hiragana.jp/)
Búskaparráðið - Fróðskaparsetur Føroya
The Wayback Machine - https://web.archive.org/web/20141103050825/http://setur.fo:80/en/buskaparradid/
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS
Búskaparfrágreiðingin september 2014Tak niður her

Vælkomin á heimasíðu Búskaparráðsins

Fyrsta stovnsetan av Búskaparráðnum var í 1962. Búskaparráðið varð endurstovnað í øðrum líki aftan á kreppuna í nítiárunum, í 1995. Seinasta broytingin í lógini um Búskaparráð var í 2012, tá avgerð varð tikin um, at Fróðskaparsetrið røkir skrivarauppgávuna og dagligu umsitingina hjá Búskaparráðnum.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og ráðgeva um búskaparlig viðurskifti, undir hesum um konjunkturgongdina og um fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum í longdini. 

Búskaparráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Harumframt kann Búskaparráðið gera temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum.

Búskaparráðið hevur tríggjar limir, ið sita í eitt fýraáraskeið.

Tíðindir

Contact
University of the Faroe Islands
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Fax: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult