(Translated by https://www.hiragana.jp/)
Department - Fróðskaparsetur Føroya
The Wayback Machine - https://web.archive.org/web/20141202144130/http://setur.fo/en/sjukraroektarfroediskulin/deildin/
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Um skúlan

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er kjarnin í virkseminum at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar og at skipa fyri eftirútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum/heilsustarvsfólkum.

 Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing ella til sjúkrasystir, sum tað nevndist til 2002, hevur verið í Føroyum síðani 1910. Í fyrstani var útbúgvingin ikki í føstum rammum. Næmingarnir skuldu, har møguleiki var fyri tí, vera á ymiskum deildum, og útbúgvingin endaði við einari próvtøku.

 Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn 1. februar 1960. Útbúgvingin varð sett í gildið við "Anordning af 30.01.1957 om sygeplejerskeuddannelsen." Skúlin var fyrisitingarliga ein partur av Landssjúkrahúsinum.

 Í februar 2000 var skúlin fluttur frá Almanna- og Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið. Skúlin hevur síðani virkað sum sjálvstøðugur stovnur undir Mentamálaráðnum. 22. januar 2003 kom nýggj "Løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum", sum ein útbúgving á bachelorstøði

 

Contact
Sjúkrarøktarfrøðideildin
Jónas Broncks gøta 25, 3. h
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352250
Faks: +298 352501
srfs(at)skulin.fo
CMS::TypoConsult