(Translated by https://www.hiragana.jp/)
Kunning - Fróðskaparsetur Føroya
The Wayback Machine - https://web.archive.org/web/20141208061555/http://setur.fo/foeroyamalsdeildin/kunning/
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Upptøka 2014

Umsóknarfreist

  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. mars 2014 á miðnátt.
  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2014 á miðnátt.


Boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mánadagin 14. juli 2014. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 4. august 2014.

Eftir ætlan byrja lesandi á Føroyamálsdeildini mánaðarskiftið august/september 2014

Umsóknarblað

Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2014. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út

Kvota 2:


Kvota 1:

 
Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Upptøkutreytin

Upptøkutreytin fyri upptøku at lesa føroyskt á Føroyamálsdeildini er, at umsøkjari hevur bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv. Harumframt eru fylgjandi krøv til at lesa føroyskt:

  • 8 í próvtali í føroyskum.


Aðrar 
javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri.

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult