Louisiana
Staturin Louisiana (enskt: State of Louisiana, franskt: État de Louisiane) er ein statur í Sameindu Statunum í Amerika við umleið 4,5 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Baton Rouge og størsti býurin er New Orleans. Í 1812 bleiv Louisiana lutstatur í USA. Í norðri hevur Louisiana mark við Arkansas, í eystri við Mississippi, og vestri við Texas. Í suðri liggur Meksikoflógvin. Eyknevni er Bayou State. Bayou er eitt slag av streymi ella mýri. Orðið kemur úr Choctaw bajuk. Almennu málini eru tvey í tali, franskt og enskt. John Bel Edwards (D) er guvernørur.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt og franskt de facto |
Høvuðsstaður: | Baton Rouge |
Størsti býur: | New Orleans |
Innlimað: | 30. apríl 1812 |
Guvernørur: | John Bel Edwards (D) |
Vídd: | 134.382 km² |
Íbúgvar (2011): | 4.533.372 |
fyri km²: | 39,61/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5 |
Heimasíða: | www.louisiana.gov |
Íbúgvafrøði
rættaFólkið er av blandaðum uppruna, úr næstan øllum heiminum. Í Fronskum Louisiana í Suðurlouisiana býr ein stórur bólkur, sum er ættaður úr Quebec í Kanada (ið áður hoyrdi til Frakland sum partur av hjálandinum Fronskum Kanada). Hetta fólkið verður kallað Cajun. Teir tala egið mál, kreolfranskt; 200.000 fólk ella umleið fimm % av fólkinum í Louisiana tosa franskt. Cajun-franskt er eitt ríkt mentanarmál við stórum og týdningarmiklum verkum innan bókmentir, mati, list og tónleiki. Tey flestu eru fiski- ella veiðifólk. Cajun-franskur matur er fyri tað mesta matur av krabbadjórum. Djúpt inni í skógini eru nógv krabbadjór; serstakliga eru nógvar rækjur, krabbagággur og hummarar, har slagið crawfish (Astacoidea) er hitt mest vanliga. Jambalaya er kreolfranskur matur, ið er blandað saman av fiski, rækjum og rísi. Cajun-tónleikur er eitt slag av fronskum-amerikonskum tónleiki, ið byrjaði seint í 18. øld og tíðliga í 19. øld. Ljóðførini eru oftast violin, banjo, gittari og mandolin. Sangurin “Alligator Man" er eitt dømi um cajuntónleikin hjá Jimmy C. Newman.
Upprunafólkið í Louisiana eru indianarar. Á láglendinum búðu teir í smáum bygdum og leitaðu eftir mati t.d. í skógunum. Upprunafólkið, indianararnir, telur nú bert 1 prosent av íbúgvatalinum.[1]
Landafrøði
rættaUmleið 40-45 % av mýrilendinum í USA er í Louisiana[2]; í Suðurlouisiana eru stórar mýrar, sum kunnu vera avvaksnar við tættum skógi. Eystanfyri vátlendið byrjar hin stóra Mississippi River-oyrin. Tá ið Mississippiáin er komin út ímóti Meksikoflógvan, hevur hon stórar mongdir av leiri og sandi við sær. Gruggið leggur hon í áarmunnan, og um ikki streymur ber tað út í Atlantshavið, verður tað liggjandi og hópast upp, til áin er komin í typpi. Tá ið áin er typt, loypir hon út um alla oyrina. Hvørt lopið verður stór á, sum aftur leggur grugg fyri munnan og typpist. Soleiðis veksur Mississippi River-oyrin út í havið. Mississippi River-oyrin er væl størri enn allar Føroyar - 12,000 km2. Mississippi River-oyrin er nógvastaðni avvaksin við kjarri av takrørum og sevi. Í oyrini eru tjarnir, vøtn og hólmar. Hólmarnir eru vaksnir við høgum plantum, undir teimum yður av ymiskum fiskum, og kring teir eitt ótal av ymiskum fuglum. Har eru m.a. pelikanar, sum eiga millum sevini á oyrini. Á oyrini búgva ikki nógv fólk, men tey, sum búgva har, liva av fiskiskapi ella fuglaveiði.
Við jøvnum millumbilum eru tropiskar ódnir í landsynningspartinum í USA. Í august 2005 gjørdi Ódnin Katrina stóran skaða, serliga í Louisiana. Um leið 1500 fólk lótu lív í ódnini, og líka so nógv afturat doyðu av fylgjunum av henni. Ódnin Katrina gjørdi skaða fyri 600 milliardir krónur. Í 2015 eru tíggju ár síðani Ódnin Katarina oyðilegði stórar partar av søguliga jazz-tónleikabýnum New Orleans í Suður-Louisiana.
Búskapur
rættaSkipasmiðjurnar eru nógvar. Handilin er so ovurhonds stórur, og hetta hevur gjørt, at Louisiana nú eigur millum tann størsta skipaflota í USA. Mong túsund fólk starva eisini í oljuvinnuni. Nýtslan av reinolju og bensini og øðrum, sum gjørt verður úr jarðolju, veksur í hvørjum, og tí noyðast tey stóru oljufeløgini í Louisiana at vaksa um oljureinsiverkini í heilum. Fiskiskapur er eisini týdningarmikil vinna.
Politikkur
rættaLouisiana hevur eina av linastu vápnalóggávuna í USA. Í Louisiana krevst einki loyvi fyri at keypa skotvápn. Vápnið verður ikki skrásett, og tað kann berast opið á støðum.[3]
Djóra- og plantulív
rættaTjarnir, vøtn, blotar, áir og mýrar eru vátlendi í Louisiana, har mong dýr og mangir vøkstur eru. Alligatorur, froskar, bisamrottur, paddur, skjaldbøkur, fiskar og óteljandi plantur eru í Louisiana. Í blotum og mýrum broytist vatnnøgdin alt eftir veðrinum. Um summarið torna stór lendi, og um veturin stendur alt undir í vatni. Vanligastu vøkstirnir á vátlendi í Louisiana eru sev, vatnsarvi, tjarnaks, svanagras, stør, ymisk steinbrot, dúnurt og ymisk grøs. Á vátlendi vaksa eisini mangrovutrø. Mangrova er serligur viðarvøkstur í mórutum, tropiskum mýrum. Summi mangrovutrø vaksa í vatni, onnur vaksa í sjógvi fram við landi og í áarósum. Hesin vøkstur ger, at móran ella moldin verður ikki skolað burtur. Fræini spira á trøunum, so tá ið tey detta niður í móruna, spira tey og festa røtur beinanvegin, so tey skola ikki burtur. Pílur og onnur smærri trø, ið tola móru, vaksa sumstaðni við vøtn í mýrum.
Landbúnaðurin og ídnaðurin hótta nógv vátlendisdýr og plantur. Grái pelikanurin er nú t.d. sjáldsamir, tí búøki teirra eru oyðiløgd. Pelikanurin er eisini nýttur sum mynd á flagginum. Hesir fuglarnir, ið serliga taka fisk, eiga á vátlendi í Suðurlouisiana, har trupult er at koma at. Summi sløg gera sær reiður á sløttum, summi eiga uppi í trøunum. Flestu slangur bæði kliva og svimja væl og skríða lættliga ígjøgnum mýrilendið eftir fongi. T.d. hevur eisini norðuramerikanska vatnmokkasinin eitrandi bit. Tær stóru, norðuramerikonsku mýriharurnar duga bæði at kava og at svimja. Tær spila tærnar út og sparka aftureftir við beinunum, so tær sleppa skjótt undan ránsdýrum. Tær liva av vatnsplantum, grasi og øðrum vøkstri.
Størstu býir
rættaTeir 10 størstu býirnir í Louisiana eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[4]
- New Orleans – 390 144
- Baton Rouge – 220 236
- Shreveport – 187 112
- Lafayette – 144 390
- Lake Charles – 78 396
- Bossier City – 68 159
- Kenner – 66 340
- Monroe – 47 294
- Alexandria – 46 180
- Houma – 32 696
Sí eisini
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Heimasíða hjá stjórnini: louisiana.gov
- Louisiana, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 30°58′1.2″N 92°0′43.2″W / 30.967000°N 92.012000°W
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-01-19. https://web.archive.org/web/20140119205316/http://quickfacts.census.gov/qfd/states/22000.html. Heintað 2015-04-24.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-04-16. https://web.archive.org/web/20150416080827/http://www.doi.gov/pmb/oepc/wetlands2/v2ch8.cfm. Heintað 2015-04-23.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-09-10. https://web.archive.org/web/20170910053925/http://www.deseretnews.com/top/3430/0/The-10-states-with-the-least-restrictive-gun-laws.html.
- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Louisiana, citypopulation.de