Mitt Romney
Mitt Romney | |
---|---|
Føddur | 12. mars 1947 Detroit, Michigan Sambandsríki Amerika |
Trúgv | Mormonur |
Flokkur | Republikanski Flokkurin |
Álitisstørv | |
2003-2007 | Guvernørur í Massachusetts |
1984-2002 | Leiðari í Bain Capital |
Willard Mitt Romney (føddur 12. mars 1947 í Detroit, Michigan) er ein amerikanskur politikari. 28. august 2012 varð Romney formliga útnevndur forsetavalevni hjá republikanarunum í USA. 65 ára gamli Romney er mormonur og kendur handilsmaður. Funnist verður ofta at honum fyri at broyta hugsan í heilum. Hann royndi eisini at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í 2008, men máti lúta fyri John McCain [1].
Tað var á einum veljarafundi í statinum New Hampshire í juni 2011, at Mitt Romney kunngjørdi, at hann hevur hug at royna at sleppa í Hvítu Húsini í 2012 [2]. Samstundis kom hann við atfinningum móti Barack Obama, forseta og politikki hansara. Eitt nú fanst hann hvassliga at nýskipanini á heilsuøkinum, og hann lovaði at seta hana úr gildi, verður hann valdur til forseta. "Hann hevur ikki fingið gongd á búskapin aftur, hann hevur ikki steðgað vøkstrinum í teirri almennu umsitingini, og hansara uttanríkispolitikkur hevur ikki verið ein eind", segði Mitt Romney um forsetan. Demokratarnir skuldseta Romney fyri hykl. Teir vísa á, at tá Mitt Romney var guvernørur í statinum Massachusetts frá 2003 til 2007, samtykti staturin eina heilsunýskipan, sum er sera lík teirri nýskipanini, sum Obama fekk meiriluta fyri í 2010 [3].
Kelduávísingar
rætta- ↑ http://archive.is/20120714013719/projects.washingtonpost.com/2008-presidential-candidates/mitt-romney/
- ↑ http://www.guardian.co.uk/world/richard-adams-blog/2011/jun/02/mitt-romney-presidential-announcement-live
- ↑ http://abcnews.go.com/blogs/politics/2011/04/mitt-romney-to-obama-on-health-care-reform-why-didnt-you-call-me/