(Translated by https://www.hiragana.jp/)
Wiltshire - Wikipedia Jump to content

Wiltshire

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
The printable version is no longer supported and may have rendering errors. Please update your browser bookmarks and please use the default browser print function instead.
Wiltshire

Wiltshire (stytt Wilts) er eitt enskt greivadømi (county), sum liggur í útsynningsparti av Onglandi.

Í 2018 búðu meiri enn 720 túsund fólk í økinum, sum er 3.485 ferkilometrar til víddar. Størstu býir eru Swindon, Salisbury, Trowbridge og Chippenham.

Miðdepilin er í Trowbridge.

Landafrøðiliga grannalagið

Í útnorðri og norðri hevur Wiltshire mark við Gloucestershire, í landnorðri við Oxfordshire, í eystri við Berkshire, í ein landsynning við Hampshire, í suðri við Dorset, og í vestri við Somerset.

Býir í Wiltshire
Flaggið hjá Wiltshire

Fyrisitingarliga uppbýtið

Til 2009 var greivadømið býtt upp í hesi øki (districts):

Øki (district) Kort
  1. Salisbury
  2. West Wiltshire
  3. Kennet
  4. North Wiltshire
  5. Swindon (unitary authority)

Síðan 2009 eru bara hesi 2 øki eftir:

Øki (district) Kort
  1. Wiltshire (unitary) (Wiltshire Council)
  2. Swindon (unitary) (Swindon Borough Council)

Myndir

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 51°20′0″N 1°55′0″W / 51.33333°N 1.91667°W / 51.33333; -1.91667

Keldur

Hendan greinin um Ongland er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana