(Translated by https://www.hiragana.jp/)
Aluminium - Wikipedia Jump to content

Aluminium

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
13 MagnesiumAluminiumSilicium
B

Al

Ga

Skeiðbundna skipanin
Útsjónd

{{{Útsjónd}}}
Alment
Navn: Aluminium
Evnafrøðiligt tekn: Al
Atomnummar: 13
Elektronsamanseting: [Ne] 3s² 3p1
Elektronir pr. skal: 2, 8, 3
Evnafrøðiligir eginleikar
Alisfrøðiligir eginleikar
Evnisnøgd: 2,70 g/cm3
Kókipunkt: 2 519 °C
Mekaniskir eginleikar
Youngs modul: 70 GPa
Forskydningsmodul: 26 GPa
Kompressibilitetsmodul: 76 GPa
Poissons forhold: 0,35
Herðan (Mohs' skala): 2,75
Herðan (Vickers): 167 MPa
Herðan (Brinell): 245 MPa


Aluminium (symbol Al) er tað metalið, mest er av í jarðarskorpuni, t.d. er tað í leiri. [1] Kortini eru ikki meira enn 200 ár síðan, farið varð at útvinna og nýta tað. Danski evna- og alisfrøðingurin Hans Christian Ørsted (1777-1851) fann og gjørdi aluminium í 1824.[2] Í fyrstuni var aluminium ógvuliga dýrt, og tað varð hildið at vera fínari enn bæði silvur og gull. Aluminium er lætt, ljósagrátt metal. Tað verður nógv brúkt nú á døgum. Vit brúka tað t.d. til grýtur og pannur, til húsatekjur, til íløt at hava øl og sodavatn í og til alufilm, sum vit pakka mat í. Aluminium hevur nakrar frálíkar eginleikar, sum hava gjørt tað mest nýtta metalið í okkara tíð. Tað er sera lætt, tað rustar ikki og tað er lætt at arbeiða við. Aluminium er eisini góður elleiðari, tað vigar lítið or tærist ikki lættliga. Tað verður nýtt til orkuflutning, í bilum, í bygningsídnaðinum og brúkaravørum annars, til dømis í grýtum og vaskimaskinum. [3] Týdningarmesti aluminiumsmálmurin er eitt leirslag, sum eitur bauxit. Tað hevur fingið navnið av franska býnum Les Baux, har tað fyrst varð funnið. Nú kemur helmingurin av bauxittinum úr Kina og Avstralia. [4] Fyrr varð aluminium nógv brúkt í flogídnaðinum at gera flogfør úr, men nú brúka tey heldur titan, tí tað er eisini lætt, og so er tað nógv sterkari enn aluminium. Titan verður brúkt til fylgisveinar, rakettir og rúmdarfør.

Útvinningin er í tveimum umførum. Fyrst verður málmurin knústur, síðan verður hann vaskaður og viðgjørdur evnafrøðiliga til at fáa ilsku burtur. Tað, sum eftir er, er alumina, sum er aluminium og oxygen. Undir hesi tilgongdini minkar vektin við einum helmingi. Tí verður hetta gjørt, har ráevnið verður útvunnið. Aluminiumið og oxygenið verða sundurskild við elektrolýsu. Tá verður streymur sendur gjøgnum ein tanga við bræddum alumina. Aluminiumið verður tá drigið at negativa pólinum og oxygenið at tí positiva. Til hetta nýtist nógvur streymur, og tí eru hesi aluminiumsvirki vanliga løgd, har bílig vatnorka er at fáa, eitt nú í Noregi og í Íslandi. Aluminium bráðnar við 660,3 ºC.


Keldulisti

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-09. https://web.archive.org/web/20120509185835/http://scifun.chem.wisc.edu/chemweek/PDF/Aluminum.pdf. Heintað 2014-10-13. 
  2. https://runeberg.org/dbl/19/0484.html
  3. https://snl.no/aluminium
  4. http://minerals.usgs.gov/minerals/pubs/commodity/aluminum/mcs-2008-alumi.pdf
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið