Avatar
Land | USA |
Mál | Enskt |
Sjangra | Science fiction |
Leikstjóri | James Cameron |
Framleiðari | James Cameron Jon Landau |
Leikrit | James Cameron |
Tónleikur | James Horner |
Kostnaður | 2,7 milliardir (og vaksandi) $ |
Spælitíð | 162 minuttir |
IMDb stig | 8,6 |
Útgávudato | 18. desember 2009 |
Avatar er ein 3D animeraður amerikanskur filmur frá 2009. James Cameron, ið hevur leikstjórnað filmin, hevur eisini leikstjórnað aðrar stórfilmar, til dømis tann mest seljandi filmin nakrantíð Titanic. James Cameron megnaði at gera dýrasta filmin nakrantíð í filmssøguni. Filmurin kostaði yvir tvær milliardir dollarar. Avatar hevur umframt Oscartilnevningina vunnið tvær Golden Globes og var tilnevndur til besta filmin eisini.
Filmurin er í stuttum um ein hermann, ið verður sendur út til eina gongustjørnu langt burturi at flyta tey inføddu Na'vi, ið eru í vegin fyri onkrum arbeiði. Hann gerst góður við hetta fólkið og endar sum ein leiðari hjá hesum bláu menniskjunum, sum í hesum filminum eru "tey óndu". Filmurin fyrigongur á uppspundu gongustjørnuni, Pandora, har fólkini "naviar" búgva.
Titanic hjá James Cameron er best seljandi filmurin nakrantíð. Hann seldi fyri 600 mió. dollars, og hann er eisini mest sæddur við 1843 mió. áskoðarum. Men tað varar allarhelst ikki leingi afturat, áðrenn Avatar yvirtekur fyrstaplássið sum heimsins best seljandi filmur. Avatar, sum eisini er framleiddur av Cameron, hevur higartil selt fyri 553 mío. dollars á heimamarknaðinum og hevur longu havt 1841 mió. áskoðarar, so her verður meint, at Cameron skjótt fer at sláa sítt egna met. So vantar bert at sláa metið hjá Titanic í Oscars. Fyri at megna tað, skal Avatar vinna meira enn 11 Oscars til handanina í mars 2010. Tað var nevniliga só nógvar Oscars, Titanic fekk í 1998.
Søgugongd
[rætta | rætta wikitekst]Jake Sully (Sam Worthington) er fyrrverandi soldátur í US Marine Corps (hann er lammaður) men tá tvíburði hansara, sum skuldi útsendast til mánan Pandora, verður myrdur, fær Sully tilboðið um at fullføra missjónina hjá bróðrinum, saman við einari heftigari løn. Eftir seks ár í cryo-svøvni, sum kann sigast at vera eitt slag av dvala, lendir Sully á Pandoru. Har verður hann informeraður um Avatar-programmið, sum loyvir menniskjum at liva gjøgnum ein Avatar, sum er ein Na’vi, sum er skapt í laboratoriinum. Leiðarin av programminum (Sigourney Weaver) dámar einki serligt henda nýggja soldátin, hon vil heldur hava ein vísindamann, sum bróður Sully var.
Jake fær so at vita at tey skulu royna at koma í samband við Na’vi-fólkið so tey kunnu læra tey at kenna og vice versa, men ein skurkur má eisini vera. Henda rolla verður útfylt av Col. Quaritch (Stephen Lang) sum er undir ordrum av einum stórum firma, sum vil sleppa at grava eftir ”unobtainium” (fø.: ikkitilatfáafaturíium). Hann roynir so at fáa Sully at yvirtala Na’vi-fólkið til at flyta.
Avatar 2
[rætta | rætta wikitekst]Fríggjadagin 15. januar 2009 avdúkaði leikstjórin James Cameron, at hann fer at gera Avatar 2. Og í februar skrivaði blaðið Herald Sun í Melbourne, at Sam Worthington hevur váttað, at hann enn einaferð skal leika høvuðsleiklutin sum Jake Sully. 33 ára gamli avstralski sjónleikarin, sum er blivin heimskendur fyri sín leiklut í Avatar, sigur seg gleða seg til nýggja filmin.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Avatar á Internet Movie Database (Enskt)