CAFF
Appearance
CAFF (stytting fyri Conservation of Arctic Flora & Fauna) er arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum. Bólkurin hevur til endamáls at arbeiða við skipanum um varðveitslu av tí lívfrøðiliga margfeldinum í Arktis og á henda hátt tryggja eina burðardygga gangnnýtslu av tilfeinginum [1]. CAFF er skipað við einum ráði, Management Board, har øll 8 limalondini luttaka. Føroyar hava eisini umboð í ráðnum, og seinastu árini hava vit ikki luttikið, men bert fylgt við arbeiðnum. Fyri Føroyar er Anna Maria Fosaa umboð í stýrinum.
Fleiri fakundirbólkar eru undir ráðnum. Hesir bólkar hava til endamáls at samskipa samstarv millum vísindafólk og seta í gongd verkætlanir, hvørs endamál er at varðveita tað lívfrøðiliga margfeldið [2]:
- CBird, ið er fuglabólkurin
- CFG (Caff Flora Group)
- Marine Biodiversity Monitoring Group
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-04-18. https://web.archive.org/web/20140418160744/http://www.caff.is/policy-framework. Heintað 2014-04-09.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-04-18. https://web.archive.org/web/20140418160728/http://www.caff.is/policy-home. Heintað 2014-04-09.