Grindahvalur
Appearance
![]() | ||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
![]() Grindahvalur
![]() Stødd samanborin við miðalmenniskja
| ||||||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||||||
|
![](https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/7/77/Cetacea_range_map_Pilot_Whale.png/250px-Cetacea_range_map_Pilot_Whale.png)
Grindahvalur, ella langbøkslaður grindahvalur (Globicephala melas), er eitt av størstu djórunum í springarafamiljuni. Hann er ein ímynd av føroyskari mentan og hevur hjálpt føroyingum at yvirliva í fleiri øldir. Grindahvalir liva í familjubólkum, sum eru samansettir av honum, ungum teirra og av eldri hvalum. Ein vanligur bólkur hevur næstan 70% hondjór, og fyri at sleppa undan innannøring makast hesar bert við hannum úr øðrum bólkum. Líknandi familjubólkar, har honirnar hava avgerandi leiklutin, eru óvanligir í djóraheiminum.
Grindahvalur er ikki friðaður. Einstakar grindir verða dripnir í Grønlandi, men annars verður grindahvalur nú á døgum bara hildin til í Føroyum.