Leopardsnigil
Leopardsnigil | ||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||||||||||||
|
Leopardsnigil (frøðiheiti - Limax maximus) varð fyrstu ferð skrásettur í Føroyum í 2003. Hann varð funnin á Toftum og hildið var at hann bara fanst har, men ein 'eftirlýsing' í Dimmalætting vísti at hann fanst yvir stórar partar av Eysturoy og Suðurstreymoy uttan at fólk høvdu givið sær far um tað.
Leoparsnigil stavar frá Vesturevropa.
Útsjónd
[rætta | rætta wikitekst]Leopardsnigil er nú størsti snigil í Føroyum, áður var tað svarti snigil. Leopardsnigil kann gerast upp til 200 mm langur. Hesin snigil er sera litfagur og fleiri litbrigdi síggjast. Vanligast er hann grábrúnur við strípum, men stundum hevur hann blettir ístaðin fyri strípur, og stundum er hann einlittur og hevur hvørki strípur ella blettir. Eitt ið eyðkennir hetta slagið, er kjølurin eftir rygginum og tað at andingaropið er aftanfyri kápuna, mótsatt Arionslektini har andingaropið er frammanfyri kápuna.
Liviøki
[rætta | rætta wikitekst]Har Leopardsnigil finst í Føroyum, sæst hann allastaðni í bygdum øki, í urtagørðum, í bønum og á gongubreytum. Ikki er greitt um hann trívist uttangarðs.
Mótsatt morsniglinum tykist leopardsnigilin vera púra óskaðiligur.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Sniglar, jenskjeld.info
- FaroeNature.
- Jens-Kjeld.