Nicola Sturgeon
Nicola Sturgeon (fødd 19. juli 1970 í Irvine í North Ayrshire) er skotskur politikari og fyrrverandi fyrstiráðharri í skotsku stjórnini.
Hon hevur verið limir í skotska lóggávutinginum síðani 1999 og skotsku stjórnini síðani 2007, har hon hevur staðið á odda fyri ymiskum embætum.[1]
Síðan 14. november 2014 hevur hon verið forkvinna í skotska loysingarflokkinum SNP (Scottish National Party).[2][1] Tann 20. november 2014 gjørdist hon fimti fyrstiráðharrin í Skotlandi.[3]
Eftir at hava verið í sessinum sum forkvinna í SNP-flokkinum og sum fyrstiráðharri Skotlands í næstan átta og eitt hálvt ár, kunngjørdi hon á tíðindafundi í februar mánaði í 2023, at hon gevst sum bæði fyrstiráðharri í Skotlandi og sum forkvinna í SNP. Hon verður tó í sessinum sum fyrstiráðharri Skotlands, til ein avloysari er funnin.[1]
Seint í mars tók 37 ára gamli skotski heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf, við eftir Nicolu Sturgeon. Hann varð valdur bæði til formann í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og til fyrstaráðharra í Skotlandi.[4]
Fyrst í apríl mánaði í 2023 varð maður Nicolu Sturgeon, Peter Murrell, handtikin í sambandi við fíggjarviðurskifti hjá skotska tjóðskaparflokkinum SNP. Tann 58 ára gamli Murrell hevur starvast í umsitingini í SNP.[5]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Members of the Scottish Parliament, parliament.scot
- Poul Michelsen og Nicola Sturgeon samd um samstarv, fo24.net, 20. nov. 2017
- Sturgeon vil hava nýggja fólkaatkvøðu um loysing, Kringvarp Føroya, 30 Nov 2020
- Sturgeon: Skotland fær fullveldi um fá ár, dagur.fo, 11. februar 2019
- -Steðga vit nýggjari oljuframleiðslu steðga vit loysingini, bladid.fo, 27. nov 2021
- Nicola Sturgeon – Used and Discarded , craigmurray.org.uk, 15. februar 2023
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 1.2 Nicola Sturgeon fer frá, portal.fo, 15.02.2023
- ↑ Nicola Sturgeon fer frá sum floksleiðari eftir trýst, in.fo, 15.02.2023
- ↑ New Scottish First Minister Nicola Sturgeon makes gender equality pledge, BBC News, 19. november 2014
- ↑ Nýggjur formaður í skotska tjóðskaparflokkinum, kvf.fo, 29.03.2023
- ↑ Maður Sturgeon handtikin, kvf.fo, 05.04.2023