Norðurevropa
Appearance
Norðurevropa er norðasti partur av Evropa. Veðurlagið í Norðurevropa kann vera turt ella slavið, lýtt ella kalt. Norðast er pólveðurlag. Har er nógvastaðni frostmýra, ið nevnist tundra, har runnar og hendinga lág trø vaksa. Eisini sunnanfyri frostmýrarnar eru sumrini flógv og stutt, og vetrarnir kaldir og langir. Hetta veðurlagið verður nevnt tað kalda flótbeltið, og har vøksa stórir nálaskógir. Stórir partar av bæði Russlandi og Norðurlondum hoyra til nálaskógarøkið.