Prequel
Ein prequel – (á føroyskum undansøga) er eitt verk, ið lýsir hendingar og persónar úr einum áður gjørdum verki, men sum tíðarmessiga gongur fyri seg áðrenn høvuðsverkið. Orðið stavar frá tíðliga í 1970unum. Orðið varð fyrst brúkt í samband við fjølmiðlaumtaluna av The Godfather Part II, har tað verður brúkt til at lýsa teir partar av filminum, ið ganga fyri seg áðrenn hendingarnar í The Godfather. Leikstjórin Francis Ford Coppola sigur, at George Lucas fann uppá orðið, og Lucas og Steven Spielberg brúktu tað seinni til at lýsa teirra felags film Indiana Jones og banning tempulsins, ein prequel (undannfilmur) til Indiana Jones. Orðið gjørdist vælumtókt av Lucasar Star Wars prequel-trilogi. Orðið kemur av enska orðinum við mótsettum týdningi sequel (eftirfylgjari ella kanska eftirsøga).