(Translated by https://www.hiragana.jp/)
Skarvur - Wikipedia Jump to content

Skarvur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skarvur

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Pelecaniformes
Ætt: Phalacrocoracidae
Slekt: Phalacrocorax
Slag: Ph. aristotelis
Phalacrocorax aristotelis

Skarvur (frøðiheiti: Phalacrocorax aristotelis) er stórur fuglur, nakað sum lómur. Liturin er svartgrønur. Nevið er langt og klænt við stórum hvøssum króki á. Føturnir eru svartir; einans hin tvey ára gamli hevur hvítar føtur og er tí kallaður "skóleysi-skarvur". Summir hava ein høgan klænan topp standandi upp av heysinum, teir eru kallaðir toppskarvar. Skarvur er her alt árið. Mest halda teir seg fram við landi, har teir íðuliga kava niður á botn eftir fiski. Tungfloyttir eru teir, men til at sleppa undir gera teir eitt lop upp úr sjónum, og við høvdinum fyri hirða teir seg so djúpt í kav. Ofta koma teir upp aftur við fiski, mest seiði ella berggyltu, sum teir sletta við eina løtu, áðrenn teir svølgja. Um náttina sita teir fleiri í flokki uppi á sjóvarklettunum og sova. So fast sova teir, at menn, ið stillisliga fara at, kunna lúra seg til og taka "svøvnskarvarnar" ein fyri og annan eftir. Tað sigst tó, at kemur nakar millum skarvarnar og sjógvin, so vakna teir og tuska til sjós.

Skarvur eigur í grovum gloprutum urðum. Eggini eru 3, sera lítil og kløn; tey hava tvinnanda skøl, eitt tunt, grønligt innari og eitt grovt, hvítt ytri. Hvítin er so tunnur, at hann loypur ikki saman, um eggið verður kókað. Tá ið ungin kemur út, er hann nakin, men skjótt fær hann dimmbrúnt dún. Frá tíðliga á vári til út at hásumri verpa teir, so í sama skarvabøli er at síggja egg og stapaðir ungar og floygdir ungar alt í senn. Teir stóru ungarnir eru góðir at eta og verða tí ofta tiknir inni á bølinum; tá er ræðuligt gorr og skrenj av teimum gomlu, sum har inni eru. Ungfuglarnir kennast frá hinum gomlu av tí, at teir eru morlittir.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið