Tallinn
Appearance
![](https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/b/be/Old_New_Tallinn.jpg/250px-Old_New_Tallinn.jpg)
Tallinn er høvuðsstaður í Estland, og hevur umleið 429.899 íbúgvar. Um triðingur av estlendska fólkinum býr í høvuðsstaðnum Tallinn ella tætt við hann. Mong ferðafólk, helst úr Finnlandi, koma til býin, og serliga eru tað gomlu miðaldarbýlingarnir, ið draga fólk til sín.