(Translated by https://www.hiragana.jp/)
Muhammed - Wikipedia

Muhammad ibn ‘Abdullāh (eisini stavað Muhammed ella Mohammed) (uml. 570/571 Mekka8. juni 632) er tann mest týðandi profeturin í Islam.

Profeturin Muhammed á einum ottomanskum avriti úr 17. øld av eimum verki úr 14. øld úr einum handriti úr útnyrðings Irak.

Bakgrund

rætta

Í umleið ár 500 e.Kr. ár var tað øgiligur ófriður í Evropa, fólk gjørdu innrás í Rómverjaríkið, og tað fór so spakuliga í sundur. Meðan alt hetta hendi runt í Evropa, var alt sera friðaligt í Arabianesi, sum er nesið, har Saudiarabia, Katar, Sameindu Emirríkini, Oman og Jemen liggja. Handilsbýurin Mekka í Saudiarabia hevði stóran týdning fyri fólkið á Arabianesinum. Býurin var tó ikki so nógv at reypa av. Tey ríku útnyttaðu tey fátøku, kvinnur og børn vóru sera illa viðfarin, átrúnaðurin í býnum hevði eiheldur so stóra ávirkan á fólkið, og tey bóðu bara til nógvar ymiskar gudar.

Í ár 570 e. Kr. varð Muhammed føddur í Mekka. Longu sum 6 ára gamal misti hann bæði foreldrini og mátti tí liva ógvuliga fátæksliga í býnum. Muhammed var altíð eitt sindur ørkymlaður um korini í býnum og helt eisini, at tað var skeivt, at fólk bóðu til allar hesar smágudarnar. Ein dagin kom eingilin Gabriel fram fyri Muhammed. Muhammed segði fólkinum í Mekka frá hesum, og at tann einasti eini gudurin var Allah, og at tað var hann, tey øll skuldu biðja til. Muhammed kom við átrúnaðinum islam.

Tekningar

rætta

Islamska trúgvin forbjóðar myndum av Muhammed, og tað vóru 12 keiputekningar av profetinum, sum hin 30. september 2005 vóru prentaðar í Jyllands Postinum sum í 2006 høvdu við sær ógvislig mótmæli móti Danmark, og eitt nú vóru ambassadurnar í Damaskus og Beirut brendar. Í februar 2006 vóru í minsta lagi 139 fólk deyð í mótmælisgongum í muslimskum londum. Kurt Westergaard var ein av teimum 12 teknarunum, hann teknaði eina mynd av Muhammed sum ein terroristur við eini bumbu í turbanini á høvdinum, eins og Aladdin hevði eina appelsin í turbanini, og tað fekk muslimska heimin upp at koyra. Morðroynd varð eisini framd ímóti teknaranum, sum varð noyddur at liva á ókendum bústaði í fleiri ár.

Fólk vóru eisini í øðini um, at ein bólkur á Facebook mælti fólki til at tekna profetin Muhammed. Amerikanska flaggið bleiv m.a. brent í Pakistan, eins og donsk og norsk fløgg eisini vóru brend.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið