Sotsji
Appearance
![](https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/88/View_on_Sotsji_from_black_sea.jpg/300px-View_on_Sotsji_from_black_sea.jpg)
Sotsji (russiskt: Сочи) er ein russiskur býur í landøkinum Krasnodar í Suðurrusslandi. Býurin liggur við Svartahavið og við fótin av fjøllum í vestara Kavkasus.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Býurin varð grundlagdur í 1838 undir navninum Aleksandrija (Александрия). Í 1896 varð navnið broytt til Sotsji, eftir ánni, sum rennur ígjøgnum býin. Í 2018 hevði Sotsji uml. 424 túsund íbúgvar.
Russiski býurin var vertur fyri Vetrar-OL 2014 og Paralympiski vetrarleikir 2014.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Coordinates: 43°35′7″N 39°43′13″E / 43.58528°N 39.72028°E