Amin
Appearance
Ein amin er felagsheiti fyri ein funktionellan bólk og eitt lívrunnið mýl ið hevur hendan bólkin í sær. Aminir eru uppbygtar sum eitt ammoniakmýl við einum ella fleiri av teimum trimum hydrogen atomunum skiftum út við aðrar bólkar. Aminir verða nevndar við endingini -amin um talan er um einfald, smá mýl. Aminbólkurin kann eisini nevnast í heitinum við amino-.
Aminir verða deildar í tríggjar bólkar:
- Primer amin: Nitrogenatomið hevur tvey hydrogenatomir til nábúgvar.
- Sekunder amin: Nitrogenatomið hevur eitt hydrogenatom til nábúgva.
- Tertier amin: Nitrogenatomið hevur onki hydrogen til nábúgva.
Dømi um nakrar aminir:
Nýtsla
[rætta | rætta wikitekst]Aminir eru sera útbreiddar. Dømi um nøkur evni ið innihalda aminbólkar:
- Í kroppinum: Dopamin, serotonin, adrenalin
- Heilivágur: Morfin, kodein, chlorpromazin
- Rúsevni: Kokain, amfetamin, heroin
- Í natúruni: Nikotin
Framleiðsla
[rætta | rætta wikitekst]Aminir kunnu framleiðast soleiðis:
- Reduktión av nitril gevur eina primera amin
- Reduktión av amid gevur eina primera, sekundera ella tertiera amin
- Reduktiv amination av aldehyd ella keton gevur eina primera, sekundera ella tertiera amin
- Reduktion av nitrobólki gevur eina primera amin
- Reduktion av imin gevur eina primera ella sekundera amin
- Reduktion av azid gevur eina primera amin
Reaktiónir
[rætta | rætta wikitekst]Tvey tey týdningarmiklastu sløgini av reaktiónum aminir luttaka í eru:
- Nukleofil substitutión av sýruhalogenidið ella sýruanhydridið gevur eina amid
- Nukleofil substitutión av halogenidið gevur ein útbygta amin