(Translated by https://www.hiragana.jp/)
Roman Polanski - Wikipedia Jump to content

Roman Polanski

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Roman Polanski í 2011

Roman Raymond Polanski (f. 18. august, 1933 í París, Frakland) er fransk/pólskur leikstjóri og filmsleikari. Hann er m.a. kendur fyri at hava leikstjórnað filmar sum Rosemary's Baby, Chinatown og The Pianist. Eisini bleiv Polanski nógv umtalaður í 1969, tá kona hansara Sharon Tate, sum var við barn, og fýra vinfólk hjá teimum vórðu myrd av Charles Manson-familjuni í heiminum hjá Polanski.

76 ára gamli polsk-franski leikstjórin bleiv handtikin í 2009. Hann var júst komin til Sveis, har hann skuldi taka ímóti einum heiðursprísi fyri sítt lívsverk sum leikstjóri á Zurich Film Festival. Síðan 1978 hevur Polanski flýtt undan amerikonsku myndugleikunum eftir at verða ákærdur fyri at hava drøggað og havt samlegu við einari 13 ára gamlari gentu til eina veistlu hjá Jack Nicholson í Hollywood, Kalifornia.

Polanski játtaði seg sekan í at hava havt samlegu við gentuni, men rýmdi úr USA til París, áðrenn dómur fall í málinum. Síðani hevur Polanski av ótta fyri einari møguligari handtøku aldrin verið í londum, ið hava útleveringsavtalur við USA.

Hevur leikstjórnað hesir filmar

[rætta | rætta wikitekst]
Ár Filmur Oscar
tilnevningar
Oscar vinnari
1955 Zaczarowany rower (eisini sum Bicycle)
1957 Morderstwo (eisini sum A Murderer)
Uśmiech zębiczny (eisini sum A Toothful Smile)
Rozbijemy zabawę (eisini sum Break Up the Dance)
1958 Dwaj ludzie z szafą (eisini sum Two Men and a Wardrobe)
1959 Lampa (eisini sum The Lamp)
Gdy spadają anioły (eisini sum When Angels Fall)
1961 Le Gros et le maigre (eisini sum The Fat and the Lean)
Ssaki (eisini sum Mammals)
1962 Nóż w wodzie (eisini sum Knife in the Water) 1
1964 Les plus belles escroqueries du monde (eisini sum The Beautiful Swindlers)—segment: "La rivière de diamants"
1965 Repulsion*
1966 Cul-de-sac
1967 The Fearless Vampire Killers ella: Pardon Me, Madam, but Your Teeth Are in My Neck (eisini sum Dance of the Vampires)
1968 Rosemary's Baby* 2 1
1971 Macbeth
1973 What? (eisini sum Diary of Forbidden Dreams)
1974 Chinatown 11 1
1976 Le Locataire (eisini sum The Tenant)*
1979 Tess 6 3
1986 Pirates 1
1988 Frantic
1992 Bitter Moon
1994 Death and the Maiden
1999 The Ninth Gate
2002 The Pianist 7 3
2005 Oliver Twist
2007 To Each His Own Cinema (segment Cinéma erotique)
2010 The Ghost Writer
2011 Carnage

*Hesir filmar eru partur av hansara 'Apartment Trilogy'.


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið